Skip to content Skip to footer

Burðardygd

Hjá Sensen virða vit, at vit sum felag hava eina samfelagsábyrgd, at hugsa burðardygt í okkara virksemi. Hetta gera vit við millum annað:

  • Vit velja altíð ta stytstu flogleiðuna fyri kundan, hetta fyri at spara tíð og pengar, men eisini fyri at avmarka útlátið.
  • Allar ferðaskráir hjá Sensen upplýsa CO2 útlát hjá tí einstaka ferðandi.
  • Heldur enn at prenta, so vera øll ferðaskjøl hjá kundum okkara send umvegis teldupost.
  • Á skrivstovu okkara fylgja vit øllum teimum nútímans leiðreglum, sum eru fyri feløg, m.a. við at avmarka papírnýtslu, skilja rusk, avmarka streymnýtslu o.s.fr.

Hesar mannagongdir vera leypandi dagførdar.