Skip to content Skip to footer

Kundar

Ferðandi hjá Sensen eru tey sum starvast í frálanda- og sjóvinnuna, vinnufyritøkum og hjá tí almenna. So skal tú uttanlanda í arbeiðsørindum, gera eitt manningarskifti ella fyriskipa eina ráðstevnu, so veita vit serkøna vegleiðing og tænastu.

Við Sensen hevur tú ein álítandi viðleikara, tá leiðin gongur uttanlanda á arbeiðsferðir.

Skuldi tað komi óvæntaðar broytingar á ferðini, so hjálpa vit. Við drúgvum royndum og døgntænastu, veita vit tykkum tann neyðuga smidleikan. Vit bera okkum skjótt at, so tit kunnu halda tykkara tíðarfreistir. Vit seta okkum inn í tykkara virksemi og tykkara tørv, soleiðis at vit kunnu veita tykkum eina góða tænastu.

Ring til okkara, ella send ein teldupost, og vit avgreiða øll tykkara ferðaviðurskifti fyri tykkum. Vit útvega tykkum ferðaseðil, hotel og leigubil – alt á sama stað – og tit spara stríð, tíð og orku.