Privatlívspolitikkur
Dátuverndarkunning fyri viðskiftafólk
Seinast dagført: 19. jan. 2026
Endamálið við hesum politikki er at lýsa hvussu vit savna, nýta og goyma tínar persónupplýsingar, umframt hvussu vit verja hesar upplýsingar og hvussu tú kanst fremja tíni lógarásettu rættindi. Vit taka øll fyrivarni fyri at verja tínar persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu.
- Dátuábyrgdari
Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til:
Sensen Travel sp/f
Bringsnagøta 21
100 Tórshavn, Føroyar
Teldupostur: booking@sensen.fo
Tlf: +298 61 80 80
Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónupplýsingum, er tú altið vælkomin at seta teg í samband við okkum.
- Innsavning av persónupplýsingum
Persónupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein fysiskan (livandi) persón, t.d. navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar. Tað kann eisini vera ymisk sløg av elektroniskum dátum sum IP-adressa og MAC-adressa, um hesi kunnu knýtast til ein fysiskan persón.
Vit savna persónupplýsingar á ymsan hátt, men aloftast er tað beinleiðis frá tær.
- Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við bílegging av ferðaseðlum, hotel, bilaleigu, visum og tryggingar, har veitarin krevur persónligar upplýsingar á tí ferðandi, sum t.d. navn, føðidato o.l.
- Upplýsingar, sum verða savnaðar við beinleiðis samband
Um tú setur teg í samband við okkum umvegis telefon, teldupost, ella á annan hátt, so savna vit persónupplýsingar um teg, soleiðis at vit kunnu svara tínum fyrispurningi. Tað kann vera navn, teldupost og/ella telefonnummar.
Vit kunnu eisini skráseta aðrar upplýsingar, sum tú velur at geva okkum.
- Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við hald av okkara tíðindabrævið
Um tú teknar teg til tíðindabrævið hjá okkum, savna vit títt navn og tín teldupost, so at vit kunnu senda tær tíðindabrævið. Okkara tíðindabræv inniheldur góð tilboð og aðar upplýsingar, sum kunnu vera viðkomandi fyri teg.
Serlig flokking av persónupplýsingum (viðkvæmir upplýsingar)
Vit skráseta sum útgangsstøði ikki viðkvæmar persónupplýsingar. Skuldi hetta sum undantak verið neyðugt, biðja vit um nágreiniligt samtykki til at skráseta viðkvæmar persónupplýsingar, uttan so, at vit hava skyldu ella lógarásettan rætt til at skráseta viðkvæmar upplýsingar.
- Viðgerðarheimild
Tá skrásetti umbiður tænastur frá Sensen Travel og deilir persónsupplýsingar so er tað í sær sjálvum eitt samtykki sum gevur Sensen Travel loyvi at deila upplýsingarnar við teimum neyðugu undirveitarunum fyri at kunna veita ta umbiðnu tænastuna.
Um 3. persónur umbiður tænastur umvegis telefon og teldupost váttar viðkomandi samstundis at hava fingið samtykki frá teimum skrásettu um at teirra persónsupplýsingar vera deildir við Sensen Travel og okkara undirveitarar.
Øll okkara viðgerð av persónupplýsingum fer fram sambært galdandi lógarreglum, og er henda viðgerð grundað á fylgjandi:
DVL § 8. Viðgerð av persónupplýsingum er lóglig um í minsta lagi eini av hesum viðurskiftum gera seg galdandi:
Stk 1) Skrásetti hevur givið sítt samtykki til viðgerð av persónupplýsingum, til eitt ella fleiri nágreinað endamál.
Stk 2) Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu, sum skrásetti er partur í, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá skrásetta er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin.
Treytir fyri samtykki
DVL § 9. Er viðgerð av persónupplýsingum grundað á samtykki skal dátuábyrgdarin kunna vísa á, at tann skrásetti hevur givið samtykki til viðgerðina.
Stk. 2. Verður samtykki hjá skrásetta givið í skrivligari váttan, sum eisini viðvíkur øðrum viðurskiftum, skal fyrispurningurin um samtykki leggjast fram á ein lætt skiljandi og lætt atkomiligan hátt, á einum greiðum og einføldum máli og á ein hátt, sum týðiliga skilur seg frá hinum viðurskiftunum.
Stk. 3. Skrásetti hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka sítt samtykki aftur. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lóggildið av viðgerð, sum er grundað á samtykki áðrenn afturtøkuna.
- Hvussu leingi goyma vit tínar persónupplýsingar?
Vit goyma tínar upplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt í mun til endamálið tíni dátu eru skrásett og verða brúkt til. Vit goyma altíð tínar upplýsingar so leingi vit veita tær eina tænastu ella eina vøru.
Tá tíni viðskiftaviðurskifti enda, goyma vit vanliga tínar upplýsingar í 5 ár eftir hetta. Hetta er serliga í samband við at uppfylla okkara skyldur í mun til roknskaparlóggávuna.
- Víðarilatan av persónupplýsingum
Vit deila í ávísum førum tínar persónupplýsingar við triðjapartar. Hetta kann vera við almennar myndugleikar, tá hetta er álagt okkum í galdandi lóggávu, ella við uttanhýsis samstarvspartar, um vit hava títt samtykki, ella vit hava ein lógarásettan rætt til tað.
Samstarvspartar og KT-veitarar
Vit nýta eina røð av KT-tænastum og -skipanum. Í fleiri av hesum skipanum viðgera vit persónupplýsingar. Summar av hesum skipanum verða hýstar lokalt, ímeðan aðrar verða hýstar hjá veitaranum ella í cloud-loysnum, sum t.d. Amadeus Booking System. Vit tryggja okkum, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstøðið verður varðveit í samband við slíkar dátuflytingar.
- Tíni rættindi
Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum:
Rætt til at afturkalla eitt samtykki
Um okkara viðger av tínum persónupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, steðga vit at viðgera tínar persónupplýsingar, sum var grundað á samtykki.
Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.
Rætt til striking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur okkum rætt til at varðveita og viðgera persónupplýsingarnar.
Rætt til innlit
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit hava um teg. Rætturin til innlit krevur tó at vit kunnu eyðmerkja serstøku upplýsingarnar um teg. Tað kann tískil vera neyðugt hjá tær at geva okkum supplerandi upplýsingar, um so er at vit ikki kunnu eyðmerkja teg út frá teimum upplýsingunum vit hava.
Rætt til viðgerðaravmarking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, at vit einans kunnu viðgera tínar peronsupplýsingar í serligum førum.
Rætt til mótmæli
Tú kanst átala, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til, at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.
Rætt til rætting
Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjað.
Rætt til dátuflutning
Tú kanst biðja um at fáa tær persónupplýsingar, sum tú hevur latið okkum, latnar tær í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.
- Samband og kærumøguleikar
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkum soleiðis:
Teldupostur: booking@sensen.fo
Sensen Travel sp/f
Bringsnagøta 21
100 Tórshavn, Føroyar
Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo
Treytir
Navn á ferðandi
Navn á ferðaseðli skal altíð samsvarara við navn í passinum. Tað er tann ferðandi, sum hevur ábyrgdina av, at upplýsa Sensen Travel røttu nøvnini. Vit viðmæla, at tú tryggjar tær, at allir upplýsingar eru rættir, so sum nøvn, dato, tíðir, ferðamál o.l., tá tú móttekur ferðaskjølini. Sensen Travel átekur sær ongar skyldur, í tí føri at skeivt navn er orsøk til, at ein ferð ikki kann gjøgnumførast. Tað er tann ferðandi sum ber møguligan eyka kostnað av hesum.
Broytingar- og avlýsingar av ferðum
Tað eru ymiskar treytir fyri broytingum og avlýsingum av ferðum. Spyr um hetta, tá ið tú bíleggur. Sensen Travel fylgir altíð broytingar- og avlýsingartreytunum hjá undirveitarunum. Um ein undirveitari ella eitt flogfelag ferð á húsagang, so verður ferðin ikki endurrindað. Sensen Travel kann ikki ábyrgdast fyri húsagangið hjá einum undirveitara.
Samanhangandi ferðaseðlar
Tá ein bíleggur ein flogferðaseðil, er umráðandi at geva sær far um, um ferðaseðilin er samanhangandi ella ikki.
Ein sundirskildur ferðaseðil merkir í stuttum, at ferðaseðilin er ikki samanhangandi, og at talan er um fleiri ymiskar ferðaseðlar (sjálvt um teir eru á somu ferðaætlan). Dømi: um tú hevur ein ferðaseðil við Atlantic Airways úr Føroyum og síðani víðari úr Keypmannahavn við Lufthansa, so nýtist hesin ferðaseðilin ikki at vera samanhangandi – sjálvt um bæði flogferðirnar standa á somu ferðaætlan. Ein orsøk kann vera, at tað ikki finst nøkur samstarvsavtala ímillum flogfeløgini, og tí ber ikki til at gera samanhangandi ferðaseðil. Ein onnur orsøk kann eisini vera, at tað er bíligari at gera ferðaseðilin í tveimum.
Tann ferðandi kann vera eitt sindur verri stillaður, við einum sundirskildum ferðaseðli, enn tú ert við einum samanhangandi ferðaseðli. Um møguligar seinkingar eru, tá kunnu flogfeløgini ikki ábyrgdast, um ferðaseðilin er sundirskildur. Tí kann tað koma fyri, at ferðaseðlar vera mistir, um tað til dømis koma seinkingar í flogferðsluna. Sensen Travel kann ikki ábyrgdast fyri møguligum eyka útreiðslum hjá tí ferðandi í slíkum støðum. Tískil er tað umráðandi, at spyrja inn til hetta, tá ið bílagt verður.
Um ferðaseðilin hinvegin er samanhangandi, og seinkingar koma í flogferðsluna, so er tað flogfelagið, sum varðar av ferðaseðlinum, sum hevur ábyrgdina. So er tað flogfelagið, sum skal syrgja fyri, at ferðaseðilin verður broyttur, soleiðis at tann ferðandi kemur fram til endaliga ferðamálið. Um ein slík broyting krevur yvirnáttning, og ferðaseðilin er samanhangandi, so syrgir flogfelagið eisini fyri gisting. Vit ráðgeva fegin okkara kundum í tílíkum støðum, men hetta samskiftið hevur kundin annars beinleiðis við flogfelagið.
Ein annar fyrimunur, sum eisini er við samanhangandi ferðaseðli er, at tá ber til at innskriva persónar og viðføri allan vegin frá byrjan og til endaliga ferðamálið. Hetta førir so við sær, at ein nýtist ikki at innskriva av nýggjum, tá tað verður millumlent. Her far man øll tey neyðugu fráferðarkortini (boarding card) beinavegin, og fer bara beint víðari til næstu fráfaringarhøll, tá tað verður millumlent.
Tryggingar
Tryggingar eru ongantíð íroknaðar ferðum hjá Sensen Travel. Vit viðmæla at tú vendir tær til eitt tryggingarfelag, fyri at kanna tínar tryggingarmøguleikar.
Visum og pass
Tann ferðandi eigur at fylgja við, um bílagda ferðin krevur visum ella transitvisum (millum lending). Les meira um hesi viðurskifti á heimasíðuni hjá Udenrigsministeriet.
Tá ferðast verður til USA, ella tú skal millumlenda í USA ávegis til 3. land, skal eitt ESTA-skjal fyllast út áðrenn fráferð. ESTA kann útfyllast her
Um tú skalt til Canada, ella milumlenda í Canada ávegis til 3. land, so minst til at ETA-skjal eisini skal útfyllast. Les meira her
Tað er tann ferðandi, sum skal syrgja fyri, at hava síni persónligu viðurskifti í lagi, so sum pass og visum.
Koppseting
Á heimasíðuni hjá Statens Serum Institut, kanst tú síggja eitt dagført yvirlit yvir hvørjar koppsetingar (vaccinatión) verða viðmæltar til hvørt einstakt land. Les um meira koppseting her
Gjald:
Fyritøkur og stovnar vera upprættaði eftir nærri avtalu, har gjaldsfreistin er 7 dagar frá faktura dato.
Søla til privatkundar er kontant, og ferðin skal vera goldin við bílegging. Undangjald (depositum) er at meta sum bindandi, og verður ikki endurgoldið við avlýsing.
Sensen Travel fylgir alment settu leiðreglum og treytum eftir føroyskari lóggávu fyri keyp.
