Fyrstafloks tænasta
Vit veita fyrstafloks tænastu til vinnu, sjóvinnu og tað almenna. Og vit kunnu avgreiða alt: Ferðaseðlarnar, hotellini, leigubilarnar og samskipa visaumsóknir og annað praktiskt, sum hevur týdning fyri ferðina. Harafturat eru vit eru tøkir 24/7, 365 dagar um árið.
Sensen Travel samstarvar við fleiri stórar og miðalstórar fyritøkur og stovnar í Føroyum, eins og minni kundar og einstaklingavirkir.
Vit raðfesta gott og greitt samskifti við okkara viðskiftafólk, soleiðis at øll tilgongdin at avgreiða tína ferð er skjót og einføld.
Stovnarar
Tað eru Brian D. Nielsen og Bergur Thomsen, sum hava stovnað Sensen Travel.

Bergur Thomsen
Brian D. Nielsen
Brian hevur drúgvar royndir og hevur verið í vinnuni síðani 2005. Brian er fakliga og tekniskt sera sterkur á økinum, og loysir flest allar avbjóðingar lættliga.

Við drúgvum royndum í ferðavinnuni og við nærlagni og áræði seta vit altíð kundan í fyrstu røð.
Vælkomin.