Hjá Sensen Travel hava viðskiftafólk okkara altíð hægstu raðfesting, og tað kemur eisini til sjóndar, tá ið vit handfara upplýsingar hjá kundum okkara. Allir upplýsingar um kundar og teirra viðurskiftir við Sensen Travel eru fevndir av tagnarskyldu.
Hetta merkir, at vit ikki útflýggja upplýsingar ella skjøl (dømi: føðidato, ferðaskrá, fakturar vm.) til triðja persón. Undantak er tó, um viðkomandi sum umbiður upplýsingar/skjøl, er knýttur at sama felagið sum tann ferðandi.
Um ein triði persónur uttanfyri felagið hevur tørv á upplýsingum, so krevur hetta skrivligt loyvi frá tí ferðandi ella arbeiðsgevarinum hjá tí ferðandi.
Øll starvsfólk hjá Sensen eru skrivliga bundin av einari tagnarskyldu, sum eisini er í gildið eftir at viðkomandi er farin úr starvinum.