Skip to content Skip to footer

Um okkum

Sensen Travel avgreiðir øll tíni ferðaviðurskifti til tína komandi arbeiðsferð. Vit veita fyrstafloks tænastu til vinnu, sjóvinnu og tað almenna. Og vit kunnu avgreiða alt: Ferðaseðlarnar, hotellini, leigubilarnar og samskipa visaumsóknir og annað praktiskt, sum hevur týdning fyri ferðina. Harafturat eru vit eru tøkir 24/7, 365 dagar um árið. 

Sensen Travel samstarvar við fleiri stórar og miðalstórar fyritøkur og stovnar í Føroyum, eins og minni kundar og einstaklingavirkir. Vit raðfesta gott og greitt samskifti við okkara viðskiftafólk, soleiðis at øll tilgongdin at avgreiða tína ferð er skjót og einføld.

Tað eru Brian D. Nielsen og Bergur Thomsen, sum hava stovnað Sensen Travel. Felagið bleiv stovna 8. november 2021.

Brian hevur drúgvar royndir og hevur verið í vinnuni síðani 2005. Brian er fakliga og tekniskt sera sterkur á økinum, og loysir flest allar avbjóðingar lættliga. 

Bergur hevur síðani 2008 havt leiðandi starv í ferðavinnuni, og hevur av tí sama nógvar royndir á leiðslustigi innan hesa vinnugrein. Bergur er nýhugsandi, kreativur og hevur góð samskipanarevnir.

Við drúgvum royndum í ferðavinnuni og við nærlagni og áræði seta vit altíð kundan í fyrstu røð.

Vælkomin.